Í Tokuni

Album cover art for "Í Tokuni" by Eivør

Eivør - Electronic, Pop

Í Tokuni

0 Plays

Duration: 3:31

View ArtistView Album

Lyrics

Language:

(Couplet 1) Gangi í tokuni Eina í djúpu kvirruni Síggi ongar varðar Burtur allir garðar Rópi men eingin svarar (Couplet 2) Inn ímillum gloppini Í mjørkaklæddu náttini Hómi eg skuggar Tykist sum okkurt rørir seg har Rópi men eingin svarar mær (Refrain) Vinur, vinur sært tú meg? Gangi her í tokuni Hevur tú reikað líka sum eg Í deyðadjúpu kvirruni? (Couplet 3) Sást tú gøtuljósini Lýsa í bygdini? Sást tú hvat tey gjørdu har? Minnist tú hvussu støðan var? Leitaði nakar eftir mær? (Refrain) Vinur, vinur sært tú meg? Gangi her í tokuni Hevur tú reikað líka sum eg Í deyðadjúpu kvirruni? (Bridge) Hevur tú eins og eg Gingið í tokuni Burturvilst frá slóðini Ytst á fjallatromini? Kennir tú hetta einsemið? (Refrain) Vinur, vinur skilur tú meg? Veitst tú nakran loyniveg? Hevur tú reikað líka sum eg Í endaleysu óvissuni? Vinur, vinur skilur tú meg? Veitst tú ongan loyniveg? Hevur tú reikað líka sum eg Í endaleysu tokuni?

Rate this song

Rate this song

0/5.0 - 0 Ratings

5
0.0% (0)
4
0.0% (0)
3
0.0% (0)
2
0.0% (0)
1
0.0% (0)

Loading comments...

Credits

Writers
  • Eivør